Smábørn kanna umheimin við at koyra lutir í munnin og súgva og bíta í teir. Tí koma børn oftari í samband við kemisk evni, ið eru at finna í leikum og øðrum vørum, enn vaksin. Børn eru eisini meira viðbrekin fyri kemiskum evnum enn vaksin. Hetta ger, at vit mugu vera eyka varðin, tá tað ræður um børn og kemisk evni.
Í ES og grannalondunum eru lóggávur, sum verja børn móti kemiskum evnum í leikum. Í Føroyum hava vit ikki tílíkar serreglur, og mugu vit tí ansa eftir, hvat vit keypa til børnini.
Meginparturin av øllum leikum, sum vit finna á handilshillunum í dag, verða framleiddar í Kina, har framleiðslan fer fram undir øðrvísi viðurskiftum enn t.d. í ES londum. Royndirnar hjá norskum umhvørvismyndugleikum eru, at leikur úr metali, træi og plasti, sum eru framleiddar í Kina, kunnu innihalda tungmetal, serliga í málingini ella lakkinum.
Ftalat, klorparafin og loysingarevni kunnu vera í bleytum plastleikum. Bisfenol A kann vera í klárum, hørðum plasti. Keyp ikki plastvørur, sum eru merktar við 03 (PVC) ella 07 (kann vera gjørt úr polycarbonati).
Træleikur kunnu innihalda formaldehyd, sum kann elva til ovurviðkvæmi. Blýggj og krom kunnu koma fyri í máling og lakki á træleikum.
|
Annars er skilagott at keypa leikur, sum halda leingi og sum ikki brúka streym ella battarí.
Umhvørvismerkini gera tað lætt og skjótt at finna umhvørvisvinarligar leikur. Les meira um umhvørvismerkir her. Tá ein vøra er merkt við Blómuni ella Svananum, er tað trygd fyri:
Leikur, sum eru reinar og í góðum standi, kunnu latast til felagsskapir og endurnýtsluhandlar.
Leikur, sum brúka streym ella battarí, skulu beinast burtur sum elektriskt og elektroniskt burturkast. Battarí skulu burturbeinast sum serliga dálkandi burturkast. Aðrar leikur kunnu burturbeinast sum vanligt húsarhaldsburturkast. Les meira um burturbeining av burturkasti her.
Vit tú vita meira? Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella skriva til okkara á us@us.fo |
|